Lokka Táttur
4. Faroese Text
Transcribed and lightly normalized by Denise Vast for Mimisbrunnr.info, 2021
4.A. ABOUT
Faroese is a North Germanic language closely related to Icelandic. The following section consists of transcribed and lightly normalized Faroese text based on the following source:
Lyngbye, Hans Christian. 1822. Færøiske Qvæder om Sigurd Fofnersbane og hans Æt, p. 500-519. Available online at Archive.org. Last accessed November 14, 2021.
Lyngbye’s edition consists of a version of the poem in Faroese presented with his Danish translation and copious footnotes. The Faroese text below is based on this edition.
4.B. TEXT
1.
Risin og Bóndi løgðu Leik,
Risin vann og Bóndin veik.
Hvat skal mær Harpan undir mína Hond,
Vil ikki frægur fylgja mær á annað Land.
2.
Eg havi lúkað Treytin mín,
Nú vil Eg fáa Sonin tín.
3.
Eg vil hava Sonin frá tær,
Uttan tú goymir hann fyri mær.
4.
Bóndin heitir á Sveinar tvá:
Tit biðið Óðin fyri meg inngá.
5.
Heitið á Óðin Æsa Kong,
Tá man Goymslan gerast long.
6.
Eg vildi, mín Óðin væri til,
Vita, hvussu Goymslan ganga vil.
7.
Áðrenn teir høvdu hálvtalað Orð,
Tá var Óðin inn fyri borð.
8.
Hoyr tú Óðin, Eg tali til tín:
Tú skalt goyma Sonin mín.
9.
Óðin fór við Sveini út,
Brúður og Bóndi bóru Sút.
10.
Óðin biður vaksa brátt,
Akurin upp á eini Nátt.
11.
Óðin biður nú vera Svein,
Mitt í Akri Aksið eitt.
12.
Mitt í Akri aksið eitt,
Mitt í Aksi Byggkorn eitt.
13.
Ver harí við onga Pínu,
Tá ið Eg kalli, kom til mín.
14.
Ver harí við onga Sút,
Tá ið Eg kalli, kom her út.
15.
Skrímslið hevur Hjarta, hart sum Horn,
Ripar nú Fangið fult við Korn.
16.
Ripar nú Korn í Fang á sær,
Og bitran Brand í Hendi bar.
17.
Og bitran Brand í Hendi bar,
Hann ætlar at høgga Sveinin har.
18.
Tá var Sveinin komin til Sút,
Byggkorn kreyp úr Neva út.
19.
Tá var Sveinin komin til Pínu,
Óðin kallar hann til sín.
20.
Óðin fór við Sveini heim,
Brúður og Bóndi fagna teim.
21.
Her er hin ungi Alvi tín,
Nú er uppi Goymsla mín.
22.
Bóndin heitir á Sveinar tvá:
Tit biðið Hønir fyri meg inngá.
23.
Eg vildi, mín Hønir væri til,
Vita, hvussu Goymslan ganga vil.
24.
Áðrenn teir høvdu hálvtalað Orð,
Tá var Hønir inn fyri borð.
25.
Hoyr tú Hønir, eg tali til tín:
Tú skalt goyma Sonin mín.
26.
Hønir fór við Sveini út,
Brúður og Bóndi bóru Sút.
27.
Hønir gongur á grønari Grund,
Svanir sjey teir flugu um Sund.
28.
Fyri Eystan flugu Svanir tveir,
Niður hjá Hønir settust teir.
29.
Hønir biður nú vera Svein
Mitt í Knokki, Fjøður ein.
30.
Ver harí við onga Pínu,
Tá ið Eg kalli, kom til mín.
31.
Ver harí við onga Sút,
Tá ið Eg kalli, kom her út.
32.
Skrímslið loypur á grønari Grund,
Svanir sjey teir flugu um Sund.
33.
Risin fellur á sitt knæ,
Tann fremsta Svanin fekk hann av teim.
34.
Tann fremsta Svanin hann av beit,
Hálsin niður í Herðar sleit.
35.
Tá var Sveinin komin til Sút,
Fjøður smeyg úr Kjafti út.
36.
Tá var Sveinin komin til pínu,
Hønir kallaði hann til sín.
37.
Hønir fór við Sveini heim,
Brúður og Bóndi fagna teim.
38.
Her er hin ungi Alvi tín,
Nú er uppi Goymsla mín.
39.
Bóndin heitir á Sveinar tvá:
Tit biðið Lokka fyri meg inngá.
40.
Eg vildi mín Lokki væri til,
Vita, hvussu Goymslan ganga vil.
41.
Áðrenn teir høvdu hálvtalað Orð,
Tá var Lokki inn fyri Borð.
42.
Tú veitst einki av míni Neyð,
Skrímslið ætlar míns Sonar Deyð.
43.
Hoyr tú Lokki, Eg tali til tín:
Tú skalt goyma Sonin mín.
44.
Goym hann væl, so sum tú kanst,
Lat ikki Skrímslið fáa hann.
45.
Skal eg goyma Sonin tín,
Tá manst tú lúka Treytir mín.
46.
Tú skalt lata Neystið gera,
Meðan Eg man burtur vera.
47.
Víðan Glugga sker tú á,
Jarnkelvi tú legg har íhjá.
48.
Lokki fór við Sveini út,
Brúður og Bóndi bóru sút.
49.
Lokki gongur eftir Sandi,
Sum Skútan fleyt fyri Landi.
50.
Lokki rør á ytsta Klakk,
So er í fornum Frøði sagt.
51.
Lokki hevur ei fleiri Orð,
Ongul og Stein hann varpar fyri Borð.
52.
Ongul og Steinur við Grunni vóð,
Snarliga hyggin hann Flundru dró.
53.
Dregur hann eina, og dregur hann tvá,
Tann triðja hon var svørt at sjá.
54.
Lokki biður nú vera Svein,
Mitt í Rogni Kornið eitt.
55.
Ver harí við onga Pínu,
Tá ið Eg kalli, kom til mín.
56.
Ver harí við onga Sút,
Tá ið Eg kalli, kom her út.
57.
Lokki rør nú aftur til Land,
Risin stár fyri honum á Sand.
58.
Risin mælti so Orðum brátt:
Lokki, hvar hevur tú verið í Nátt?
59.
Lítla man eg hava Ró,
Flakkað og farið um allan Sjó.
60.
Risin oman sín Jarnnakka skjýtur,
Lokki rópar at hann brýtur.
61.
Lokki talar so fyri sær:
Risin, lat meg fylgja tær.
62.
Risin tók sær Stýri í Hand,
Lokki rør nú út frá Land.
63.
Lokki rør við langa Leið,
Ikki vil Jarnnakkin ganga úr Stað.
64.
Lokki svør við sína Trú:
Eg kann betur at stýra enn tú.
65.
Risin setist til Árar at ró,
Jarnnakkin fleyt um allan Sjó.
66.
Risin rør við langan Favn,
Næstum Lokka aftur um Stavn.
67.
Risin rør nú á ytsta Klakk,
So er í fornum Frøði sagt.
68.
Risin hevur ei fleiri Orð,
Ongul og Stein hann varpar fyri Borð.
69.
Ongul og Steinur við Grunni veður,
Snarliga hyggin hann Flundru dregur.
70.
Dregur hann eina, og dregur hann tvá,
Tann triðja hon var svørt at sjá.
71.
Lokki svør á sína List:
Risin, gev mær henda Fisk.
72.
Risin svaraði og segði: Nei;
Nei, mín Lokki, tú fært hann ei.
73.
Hann setti tann Fisk millum Kníggja á sær,
Taldi hvørt Korn, í Rogni var.
74.
Taldi hvørt Korn í Rogni var,
Hann ætlaði at fanga Sveinin har.
75.
Tá var Sveinin komin til Sút,
Kornið kreyp úr Neva út.
76.
Tá var Sveinin komin til Pínu,
Lokki kallar hann til Sín.
77.
Setist niður fyri aftan meg,
Lat ikki Risan síggja teg.
78.
Tú manst leypa so lættur á Land,
Ikki merkja Spor í Sand.
79.
Risin rør nú aftur til Land,
Beint ímóti hvítan Sand.
80.
Risin rør til Landið tá,
Lokki snýr Jarnnakka frá.
81.
Risin skjýtur Afturstavn á Sand,
Sveinur loypur so lættur á Land.
82.
Risin sær seg upp á Land,
Sveinin stendur fyri honum á Sand.
83.
Sveinin leyp so lættur á Land,
Ikki merkti Spor í Sand.
84.
Risin leyp so tungur á Land,
Upp til Kníggja niður í Sand.
85.
Sveinin leyp sum hann kundi best,
Leyp ígjøgnum Faðirs Neyst.
86.
Hann leyp ígjøgnum Faðirs Neyst,
Risin eftir við fullgott Treyst.
87.
Risin stóð í Glugga fastur,
Jarnkelvið í Heysi brast.
88.
Lokki var tá ikki seinur,
Hjó av Risanum tað eina Bein.
89.
Risin heldur at tí Gaman,
Sárið grøddi snart til saman.
90.
Lokki var tá ikki seinur,
Hjó av Risanum tað annað bein.
91.
Hjó av honum tað annað bein,
Kastaði millum Stokk og Stein.
92.
Sveinin hyggur á við Gaman,
Hvussu Risin leyp bæði sundur og saman.
93.
Lokki fór við Sveini heim,
Brúður og Bóndi fagna teim.
94.
Her er hin ungi Alvi tín,
Nú er uppi Goymslan mín.
95.
Nú er uppi Goymslan mín,
Eg havi lúkað Treytin tín.
96.
Eg havi hildið Trú fyri vist,
Nú hevur Risin lívið mist.